Kekkia er beisk mótstøða

Kekkia er beisk mótstøða
Føroyar hava spælt níggju ferðir móti Kekkia og tapt allar. Tað hevur heldur ikki eydnast at skora, men landsliðsvenjarin hevur eina vón um, at tað ber til
Kekkia - Føroyar 1-0, 15. oktobur 2023
 
20.03.2025 - 07:58

Tá Føroyar leygarkvøldið spæla móti Kekka er tað tíggjunda ferðin, at londini møtast. Samanlagt hevur Kekkia vunnið 23-0. Flestu av sigrunum hava verið sannførandi, men tvær ferðir hevur sigurin verið so tepur, sum hann kann verða. 

Tveir teir fyrstu dystirnir vóru til HM-undankappingina til endaspælið í USA í 1994. Tá vóru Kekkia og Slovakia framvegis saman undir heitinum Kekkoslovakia. Føroyar taptu 4-0 í Kekkoslovakia og 3-0 á Svangaskarði. Millum málskjúttarnar var núverandi landsliðsvenjarin hjá Kekkia, Ivan Hašek.

Í 1997 taptu Føroyar tvær ferðir 2-0 móti Kekkia. Árið eftir taptu Føroyar 1-0 í mjørkanum á Svangaskarði. Dysturin endaði í roki, tí kekkar ikki fylgdu góða “fair play” andanum og snýttu føroysku spælararnar, ið væntaðu at fáa bóltin aftur, eftir at ein føroyskur spælari lá á vøllinum.

 

250319_FO_KEKKIA_DV

 

Ein stór uppgáva

Í nýggjari tíð hava Føroyar tapt 5-0 í venjingardysti í 2022, og árið eftir taptu vit 3-0 á Tórsvølli og 1-0 í Plzen. Eyðun Klakstein, landsliðsvenjari, ásannar eisini, at hetta verður ein torfør uppgáva.

- Kekka hevur alvorliga havt takið á Føroyum søguliga, men seinast taptu vit bara 1-0. Tá vóru Føroyar eisini undir einum øgiligum trýsti, men tað loysnaði í seinna hálvleiki. Tað bleiv 1-0 seint í dystinum, sigur Eyðun Klakstein.

Kekkiska landsliðið er væl fyri í løtuni og hevur spælarar, sum klára seg væl í teimum feløgunum, sum teir spæla í. Stóru stjørnurnar eru áleyparin úr Bayer Leverkusen, Patrik Schick, og miðvallarin hjá West Ham, Tomáš Souček. 

- Kekkia er eitt sterkt landslið við fleiri góðum spælarum. Tað er eitt sindur av maskinfótbólti yvir teimum. Teir arbeiða væl saman og tað er eitt samansjóðað lið, sum kann arbeiða hart og eru sterkir, men eisini kunnu spæla fótbólt, er niðurstøðan hjá landsliðsvenjaranum.

 


Føroysku landsliðsmenninir hava fyrireika seg til dystirnar ímóti Kekkia og Montenegro hesa vikuna: (MYND: Bárður Lydersen)

 

Eyðun Klakstein hevur valt eina 5-4-1 spælskipan og arbeiðir út frá tí. Hetta kemur helst ikki óvart á kekkar leygarkvøldið, so spurningurin er hvørja loysnir Ivan Hašek og Kekkia fara at royna?

- Vit skulu fyrireika okkum upp á eitt ágangandi og fjølbroytt spæl frá teimum. Teir kunnu spæla smáspæl og royna at spæla seg í gjøgnum verjuna, men teir kunnu eisini velja at spæla langar bóltar inn í brotsteigin og royna at raka teir stóru menninar. Vit skulu fyrst og fremst standa væl ímóti trýstinum, og so lúra eftir okkara møguleika, sigur Eyðun Klakstein.

Tað hevur framvegis ikki eydnast Føroyum at fáa stig ella skora móti Kekkia. Leygarkvøldið klokkan 19.45 fáa vit tíggjunda møguleikan, at gera okkurt við tað. Sjónvarpið hjá Kringvarpinum vísir dystin.

 

Yvirlit:

Kekkoslovakia

23.09.1992 HM 1994 Kekkoslovakia – Føroyar 4-0

16.06.1993 HM 1994 Føroyar – Kekkoslovakia 0-3

 

Kekkia

20.08.1997 HM 1998 Kekkia – Føroyar 2-0

06.09.1997 HM 1998 Føroyar – Kekkia 0-2

06.09.1998 EM 2000 Føroyar – Kekkia 0-1

09.10.1999 EM 2000 Kekkia – Føroyar 2-0

16.11.2022 Venjingardystur Kekkia – Føroyar 5-0

17.06.2023 EM 2024 Føroyar – Kekkia 0-3

15.10.2023 EM 2024 Kekkia – Føroyar 1-0

(Kelda: Fótbóltssambandið)

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301