- Tíðindi, mentan og ítróttur
Báðir partar góðtóku semingsuppskotið
Báðir partar góðtóku semingsuppskotið
Reiðarafelagið fyri handilsskip og Maskinmeistarafelagið hava gjørt nýggjan tvey ára sáttmála

Jens Meinhard Rasmussen, formaður í Reiðarafelagnum fyri handilsskip, og Arnfinn Bech, formaður í Maskinmeistarafelagnum.
Mynd: Vinnuhúsið
20.03.2025 - 09:01
Reiðarafelagið fyri handilsskip og Maskinmeistarafelagið hava góðtikið semingsuppskotið, sum Semingsstovnurin legði fyri partarnar um eitt tíðina í nátt.
Partarnir eru samdir um eina lønarhækking upp á 4,32 prosent fyrra árið og 3,87 prosent seinna árið, skrivar Vinnuhúsið.
Talan er um sama lønarkarm, sum semja hevur verið um á privata arbeiðsmarknaðinum í hesum samráðingartíðarskeiði, ið byrjaði 1. mai 2024.
Sostatt eru samráðingarnar millum Reiðarafelagið fyri handilsskip og tey trý manningarfeløgini um nýggjar sáttmálar, sum eru galdandi fyri handilsskip, komnar á mál, skrivar Vinnuhúsið.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV