- Tíðindi, mentan og ítróttur
62 prosent av kvinnum arbeiða hjá tí almenna

Fleiri og fleiri kvinnur arbeiða hjá tí almenna, vísa nýggjastu hagtølini.
Men menninir, tríggir av fýra, arbeiða hjá privatum arbeiðsgevara.
Góð 62 prosent av kvinnunum arbeiða hjá tí almenna og hjá almennum partafeløgum.
Í februar vóru 29.540 fólk á føroyska arbeiðsmarknaðinum, 192 fólk, ella 0,7 prosent, fleiri enn í februar í fjør.
Hava ikki bústaðartilknýti
Seinastu árini eru munandi fleiri, sum ikki hava føroyskt bústaðartilknýti.
Men hesin vøksturin er viknaður.
Nú í februar vóru tey 3,7 prosent fleiri enn í februar í fjør.
Í februar 2023 var vøksturin 23 prosent sammett við februar 2022, skrivar Hagstovan.
Fyri at hava bústaðartilknýti skal fólk hava búð helvtina av lívinum ella sjey av 10 samanhangandi árum í Føroyum eina ferð í lívinum.