Helena skal flytast upp á 20 metra dýpi

Helena skal flytast upp á 20 metra dýpi
Tá skipið var søkt í fjørheyst, endaði tað á 25 metra dýpi
Helena endaði á 25 metra dýpi, men nú skal hon fáast upp á 20 metra dýpi.
 
20.03.2025 - 08:12

60 ára gamla stállínuskipið Helena, sum var søkt á Borðoyarvík í fjørheyst, skal flytast upp á 20 metra dýpi.

Tað sigur Oliver Joensen í áhugabólkinum Reynsmúla, sum stóð fyri søkkingini.

Skipið skal brúkast at kava niður á, men tá Helena var søkt, endaði hon á 25 metra dýpi, hóast hon eftir ætlan skuldi liggja á 20 metrum.

Í síðstu viku var roynt at fáa skipið longri upp við hjálp frá Norðborg, men tann royndin miseydnaðist, sigur Oliver Joensen:

 

20032025_Helena

 

Helena liggur vestan fyri vrakið av útróðrarbátinum Reynsmúla, sum fyri nøkrum árum síðani var søktur á 15 metra dýpi.

Sí eisini: Her søkkur Helena

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301