- Tíðindi, mentan og ítróttur
Landsstýrismaður drálar við at gera sum løgtingið sigur

Uppskotið hjá Helga Abrahamsen, løgtingsmanni fyri Sambandsflokkin, um at geva kommununum heimild at seta upp vakmyndatól fær stuðul úr samgonguni.
Bæði Henrik Old og Bjarni Hammer, tingmenn fyri Javnaðarflokkinum, góvu undir orðaskiftinum fríggjadagin til kennar, at teir fara at atkvøða fyri uppskotinum.
Henrik Old fýlist á, at landsstýrismaðurin ikki hevur lagt uppskotið fyri tingið.
Tekur undir við andstøðuuppskoti
Henrik Old, tingmaður fyri Javnaðarflokkin, boðaði fríggjadagin frá, at hann fer at taka undir við einum andstøðuuppskoti at geva kommunum heimild at seta vakmyndatól upp.
Tað er Helgi Abrahamsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, sum hevur lagt uppskotið fyri tingið.
Tað var 16. mai í fjør, at løgtingið tók undir við einum uppskoti til samtyktar um sama mál, har heitt varð á landsstýrismannin at geva kommununum heimildina.
Landsstýrismaður: Málið hevur ikki skund
Landsstýrismaðurin í lógarmálum, Bjarni Kárason Petersen, sum varðar av økinum, hevur tó ikki dylt fyri, at hann ikki er serliga fegin fyri uppskotinum.
Í samrøðu við Sosialin í august segi hann, at hann ætlar at virða avgerðina hjá løgtinginum, men at málið ikki hevði skund.
- Eg taki samtyktina hjá løgtinginum til eftirtektar, men hetta er ikki eitt mál, sum er frammarliga í røðini hjá okkum í Løgmálaráðnum.
segði Bjarni Kárason Petersen við Sosialin.
Aldursforsetin í løgtinginum, sum fyrstu ferð tók sæti á tingi í 1984, fýlist at hugburðinum, sum landsstýrismaðurin vísir yvirfyri løgtinginum.
Tí tekur hann undir við uppskotinum hjá Helga Abrahamsen.