Tollvaldið leitar ikki eftir vápnum og njósnaraútgerð

Tollvaldið leitar ikki eftir vápnum og njósnaraútgerð
Eftirlitið við russiskum fiskiskipum er ikki broytt stórvegis, sigur Birta Biskopstø, deildarstjóri á tolldeildini hjá TAKS
Russisku skipini í føroyskum havnum hava fingið nógva umrøðu í seinastuni.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.04.2023 - 10:15

Í fjørheyst vildi politiski myndugleikin herða eftirlitið við russiskum skipum, tá breiður politiskur meiriluti var fyri at gera nýggja fiskiveiðuavtalu við Russland.

Men eftirlitið við russiskum fiskiskipum er ikki broytt stórvegis, sigur Birta Biskopstø, deildarstjóri á tolldeildini hjá TAKS, sum er eftirlitsmyndugleiki saman við VØRN.

At leita eftir vápnum ella njósnaraútgerð er als ikki á breddanum hjá tollvaldinum, tá ið stakroyndir vera gjørdar á russiskum skipum.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

20042023_Birta_Biskopsto

 

Sambært deildarstjóranum hevur tollvaldið ikki fingið størri játtan at herða eftirlitið, og tí er arbeiðsorkan tann sama.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301