
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgmaður: Niðurstøða um Russland kemur fyrsta dagin
Løgmaður: Niðurstøða um Russland kemur fyrsta dagin
Frágreiðingin um samstarvið við Russland er á gáttini, og fyrsta dagin skal politisk støða takast til samstarvið, sigur Aksel V. Johannesen

Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
19.04.2023 - 13:11
Tíðindini, sum eru komin fram, um at russisk fiskiskip verða brúkt til hernaðarligt virksemi, eru álvarsom og órógvandi.
Tað sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.
Hann sigur, at útgreiningin av fiskivinnusamstarvinum við Russland er á gáttini, og fyrsta dagin skal politisk støða takast til samstarvið.
Hoyr samrøðu við Aksel V. Johannesen, løgmann, í útvarpstíðindunum á middegi:
19042023_Aksel_Johannesen
Melkart-5 á sleipistøð í Havn. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV