- Tíðindi, mentan og ítróttur
Øll ullin seld í Føroyum

Øll ullin, sum Búnaðarstovan seldi í fjør, var seld í Føroyum. Hon var seld trimum fyritøkum.
Men miðalprísurin var nógv minni enn Búnaðarstovan hevði ætlað sær fyri ullina, sigur Dorthea Joensen, sum stendur fyri ullarmóttøkuni og ullarsøluni hjá Búnaðarstovuni.
Í 2021 var størsti parturin av ullini seldur til Onglands.
2022 var sætta árið, Búnaðarstovan tók ímóti ull. Hon tók ímóti 34 tonsum.
200.000 kr. á fíggjarlógini
26 tons vóru fyrsti flokkur, fýra tons annar flokkur, og fýra tons vóru koyrd burtur.
Játtanin til ullarmóttøku er 200.000 kr. á fíggjarlógini í ár.
Tað er á leið tað sama sum undanfarin ár, og tað er ov lítið.
Í fjør vóru eisini brúktar 240.000 kr. av játtanini, sum Búnaðarstovan fekk til royndir og ráðgeving.