Ongar viðmerkingar frá myndugleikunum enn

Ongar viðmerkingar frá myndugleikunum enn
Landsstýrismaðurin í uttanríkismálum hevur ongar viðmerkingar, og landsstýrismaðurin i lógarmálum sigur, at hann má kanna málið fyrst
Fleiri russisk skip liggja á Havnini í hesum døgum.
 
19.04.2023 - 08:56

Føroyskir myndugleikar vilja ikki gera viðmerkingar enn til tíðindini, sum eru komin fram í nýggju heimildarsendingini hjá NRK, SVT, YLE og DR, um at russisk fiskiskip eftir øllum at døma bæði fremja njósnaravirksemi og fíggindasinnað virksemi í Norðurlondum.

Tað hevur ikki borið til hjá Kringvarpinum at fingið fatur á løgmanni.

Høgni Hoydal, landsstýrismaður í uttanríkismálum, vil ikki gera viðmerkingar enn.

Bjarni Kárason Petersen, sum er landsstýrismaður í lógarmálum, sigur, tá ið hann verður spurdur, hví Føroyar ikki, eins og Noreg hava sett í verk krøv um, at russisk skip, sum koma til landið, skulu kannast av løgregluni, at hann má kanna spurningin nærri, áðrenn hann kann svara hesum.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386
Sunnudag 16. mars
Andakt - Pól í Skorini
189301