Íslendsk kanning: Nógvur rotinskapur í fiskivinnuni

Íslendsk kanning: Nógvur rotinskapur í fiskivinnuni
Lærdi háskúlin í Reykjavík hevur gjørt kanningina fyri matvørumálaráðið, sum umsitur fiskivinnumál
56,6 eru sera ella rættiliga misnøgd við, hvussu stjórnin og altingið stýra fiskivinnuni, vísir kanningin. (Savnsmynd: Morgunblaðið)
 
18.04.2023 - 09:53

Íslend­ing­ar eru yvirhøvur misnøgdir við, hvussu fiskivinnan í landinum verður stýrd.

Nógv halda, at nógv korruptión og nógvur rotinskapur er, og bara tey fáu fáa nakað burturúr.

Tað er niðurstøðan í kanning, sum lærdi háskúlin í Reykjavík gjørdi fyri matvørumálaráðið, sum hevur fiskivinnuna.

Kanningin sigur, at bara 22,4 prosent eru nøgd.

 

56,6 prosent sera misnøgd

56,6 eru sera ella rættiliga misnøgd við, hvussu stjórnin og altingið stýra fiskivinnuni.

Stórur munur er á misnøgdini í Reykjavík og á Norðurlandinum. Nógv fleiri, sum búgva í Reykjavík, eru misnøgd.

Spurt var um korruptión. Fólk vóru biðin um at geva stig, 1 er korruptión og 7 er heiðurligur.  

36,7 prosent svaraðu, at íslendska fiskivinnan er á stigi 1. Og stívliga 68 prosent svaraðu, at hon er á stigi 1-3. 

 

Ikki so stóran týdning

Spurt var eisini, um fólk halda, at bara tey fáu fáa pengar burtur úr fiskivinnuni.

Har svaraðu 35 prosent 1, tað er, at bara tey fáu nakað burturúr. Heili 65 prosent svara 1 til 3. 

Í Reykjavík halda triðingurin av teimum spurdu, at fiskivinnan hevur ikki so stóran týdning sum fyrr fyri íslendska búskapin.

1.133 fólk vóru við í kanningini. 


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109