Maður lagdur undir at hava likið skjøl frá amerikanska verjumálaráðnum

Maður lagdur undir at hava likið skjøl frá amerikanska verjumálaráðnum
21 ára gamli maðurin var handtikin í Massachusetts í gjár
Mynd: Mynd av Facebook-vanganum hjá Jack Texeira  
 
14.04.2023 - 11:32

Maðurin, ið er undir illgruna fyri at hava likið loynilig skjøl frá amerikanska verjumálaráðnum, er handtikin. Tað skrivar BBC.

21 ára gamli Jack Texeira, sum arbeiðir í tjóðarhirðini í Massachusetts, var handtikin í gjár undir illgruna fyri at hava likið loyniligu skjølini. Tað váttar ákærin.

Løgreglan handtók Texeira í heiminum, og húsarannsókn verður gjørd heima hjá honum.

Texeira skal skjótt í rættin, og tá verður greitt, hvat hann er ákærdur fyri.

Upplýst er, at hann er undir illgruna fyri ólógliga at hava tikið upplýsingar um verjumál.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109