Netanyahu hálsar um

Netanyahu hálsar um
Í eini sjónvarpaðari røðu í gjárkvøldið boðaði ísraelski forsætisráðharrin, Benjamin Netanyahu, frá, at frákoyrdi verjumálaráðharrin verður sitandi kortini.
Benjamin Netanyahu er ísraelskur forsætisráðharri.
 
11.04.2023 - 17:28

Ísraelski forsætisráðharrin Benjamin Netanyahu kom í harðan andróður, tá hann fyri tveimum vikum síðan ætlaði at koyra verjumálaráðharran Yoav Gallant úr starvi.

Men nú hevur Netanyahu hálsað um. Í eini sjónvarpaðari røðu í gjárkvøldið boðaði hann frá, at Gallant verður sitandi kortini.

"Eg havi gjørt av at leggja ósemjurnar aftur um okkum, og Gallant heldur fram við at arbeiða fyri trygdini hjá borgarunum í Ísrael," segði Benjamin Netanyahu.

Yoav Gallant, sum ongantíð fekk nakra formliga uppsøgn, legði seinni eina mynd av sær og Netanyahu út á sosialar miðlar og skrivaði "Vit halda fram saman við fullari megi fyri Ísrael."

Ætlanin at koyra Gallant frá fyri tveimum vikum síðan førdi til stór mótmæli. Mett varð, at Netanyahu setti persónlig áhugamál fram um ísraelsku trygdina í eini tíð við nógvum ófriði í landinum og rakettálopum úr Gaza, Libanon og Sýria.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109