Tupperware í tungum sjógvi

Tupperware í tungum sjógvi
Fyritøkan Tupperware er nú so fíggjarliga illa fyri, at tað er ivasamt, um fyritøkuni er lív lagað.
Mynd: Tupperware  
 
11.04.2023 - 14:23

Amerikanska fyritøkan Tupperware, sum síðan 1946 hevur gjørt ymisk íløt og annað úr plastikki til húsarhaldið, er nú so illa fyri fíggjarliga, at tað er ivasamt, um fyritøkuni er lív lagað.

Í farnu viku kom eitt skjal undan kavi, har fyritøkan sjálv sigur seg ivast í, um tað fer at bera til at halda fram, og at hon arbeiðir saman við fíggjarráðgevum at finna fígging til at halda fyritøkuni uppi.

Hesi tíðindini gjørdu eisini, at mánadagin minkaði virðið á partabrøvunum hjá Tupperware við 50 prosentum.

CNN skrivar, at hetta seinasta árið er virðið á Tupperware-partabrøvunum minkað 90 prosent. 

Samstundis hevur New York Stock Exchange boðað frá, at Tupperware kann verða koyrt úr keypskálanum, tí fyritøkan ikki hevur latið sína kravdu árligu frágreiðing inn, um hvussu fyritøkan er fyri.

Ein av trupulleikunum hjá Tupperware sigst vera, at fyritøkan ikki røkkur út til yngra ættarliðið, og tí minkar sølan. Tupperware hevur í seinastuni roynt at broytt sína sølustrategi fyri at fáa yngri viðskiftafólk, men tað er ikki eydnast at venda gongdini, skrivar CNN.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109