Týskland sløkkir fyri síðstu kjarnorkuverkunum

Týskland sløkkir fyri síðstu kjarnorkuverkunum
Leygardagin verður tað endaliga liðugt við kjarnorkuverkum í Týsklandi, tá trý tey síðstu kjarnorkuverkini, sum eru eftir, verða niðurløgd.
 
11.04.2023 - 11:26

Leygardagin verður sløkt fyri síðstu kjarnorkuverkunum í Týsklandi. Sambært meiningakanning í týska tíðindablaðnum, Bild, eru flestu týskarar ímóti at steingja kjarnorkuverkini. Tað skrivar DR.

Men leygardagin verður tað endaliga liðugt við kjarnorkuverkum í Týsklandi, tá trý tey síðstu, sum eru eftir, verða stongd.

Tað var annars ætlanin at steingja tey í fjør, men kríggið í Ukraina og orkukreppan, sum síðan hevur verið í Týsklandi, gjørdi, at týska stjórnin valdi at lata teir tríggjar reaktorarnar koyra í vetur afturat.

Og nú veturin er farin afturum, skulu reaktorarnir sløkkjast.

Men hesum eru allir týskarar ikki samdir við. Í eini meiningakanning, sum greiningarstovnurin Insa hevur gjørt, svara 52 % av teimum spurdu, at hetta er ein skeiv avgerð. 32 % halda tað vera rætta avgerðin.

Eitt av hesum kjarnorkuverkunum er Isar 2, sum liggur í Bayern. Isar 2 hevur tíggju ferðir verið mett sum kraftmiklasta kjarnorkuverkið í heiminum, tá tað snýr seg um at framleiða streym.

Týski fíggjar- og veðurlagsmálaráðharrin, Robert Habeck, sigur, at fólk ikki skulu óttast manglandi orku, tá kjarnorkuverkini steingja.

- Vit hava tamarhald á støðuni, tí tað er fult á gassgoymslunum, og ikki minst tí vit hava nógva varandi orku, sigur Habeck við ARD, sambært DR.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109