USA: Starvsfólk í banka skeyt frá hond og drap fimm fólk

USA: Starvsfólk í banka skeyt frá hond og drap fimm fólk
Í amerikanska statinum Kentucky var skotið í einum banka í gjár. Fimm fólk lótu lív.
Mynd: Jeffrey Dean/Reuters/Ritzau Scanpix  
 
11.04.2023 - 11:10

Tað var í amerikanska býnum Louisville í statinum Kentucky, at ein maður skeyt frá hond í bankanum Old National Bank í gjár. Fimm fólk lótu lív.

Sambært CNN byrjaði brotsmaðurin, sum starvaðist í bankanum, at skjóta frá hond, tá starvsfólkini vóru savnað til fund umleið ein hálvan tíma, áðrenn bankin skuldi lata upp.

Tað eydnaðist fleiri av teimum, sum vóru stødd í bankanum, at krógva seg í eini bankaboks, boðar CNN frá. 

Brotsmaðurin doyði av skotum frá løgregluni. 

Løgreglan hevur eyðmerkt brotsmannin - ein 25 ára gamal maður, sum hevði starvast fulla tíð í bankanum seinasta árið.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109