Franski forsetin komin til Kina

Franski forsetin komin til Kina
Ukraina stendur ovast á breddanum, tá Macron hittir kinesiska forsetan
Emmanuel Macron, forseti, tá hann kom til Beijing í dag.
 
05.04.2023 - 11:50

Franski forsetin, Emmanuel Macron, kom í dag til Kina, har hann skal hitta Xi Jinping forseta, og Ukraina stendur ovast á skránni.

Í gjár tosaðu Macron og amerikanski forsetin, Joe Biden, saman í telefon, har teir umrøddu Kina.

Báðir leiðararnir tosaðu m.a. um, hvussu teir skulu eggja Kina til at seta ferð á arbeiðið at enda kríggið í Ukraina.

 

Ikki fordømt innrásina

Kina hevur higartil ikki fordømt innrásina hjá Russlandi í Ukraina og sýtir fyri at kalla tað fyri kríggj. 

Á ársdegnum fyri russisku innrásina legði Kina fram eina ætlan í 12 punktum fyri vápnahvíld og frið í Ukraina.

USA hevur sagt, at Kina fer at senda Russlandi vápn, men sigur, at tey higartil ikki hava sæð, at kinesiskir myndugleikar hava veitt russarum hernaðarliga hjálp.

Vitjanin hjá Macron í Kina endar langa fríggjadag.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109