Leggur eisini frá sær sum floksforkvinna

Leggur eisini frá sær sum floksforkvinna
Sanna Marin hevur verið forsætisráðharri í Finnlandi í hálvt fjórða ár
Sanna Marin, fráfarandi forsætisráðharri, tá hon í morgun fór á tíðindafund at greiða frá, at hon eisini leggur frá sær sum forkvinna í sosialdemokratiska flokkinum.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
05.04.2023 - 10:19

Sanna Marin, sum tapti finska ríkisdagsvalið sunnudagin, og tí fer frá sum forsætisráðharri, hevur nú boðað frá, at hon eisini leggur frá sær sum forkvinna í sosialdemokratiska flokkinum. 

Tað skrivar finska kringvarpið, Yle. 

Hon heldur tó fram sum limur í finska lóggávutinginum, ríkisdegnum.

Sanna Marin sigur eisini, at hon væntar ikki, tað verður møguleiki hjá sær at gerast ráðharri í ein samgongustjórn, har sosialdemokratarnir eisini eru við.

Sanna Marin hevur verið forsætisráðharri í Finnlandi í hálvt fjórða ár.


 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109