Maður Sturgeon handtikin

Maður Sturgeon handtikin
Løgreglan kannar eitt mál um fíggjarviðurskifti í skotska loysingarflokkinum
Nicola Sturgeon legði herfyri frá sær sum forkvinna í SNP. Nù er maður hennara handtikin.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
05.04.2023 - 10:09

Maður fyrrverandi skotska forsætisráðharran, Nicolu Sturgeon, Peter Murrell, er handtikin í sambandi við fíggjarviðurskifti hjá skotska tjóðskaparflokkinum SNP. 

Tað skrivar BBC.

Murrell var handtikin í morgun og fluttur á eina løgreglustøð. 

58 ára gamli Murrell fór fyri stuttum úr starvi sínum í umsitingini í flokkinum.

 

Húsarannsóknir

Løgreglan í Skotlandi sigur, at hon hevur gjørt húsarannsóknir í fleiri bústøðum í sambandi við málið.

Skotska STV hevur áður borið tíðindi um, at løgreglan kannar eitt mál í sambandi við, at 600.000 pund, sum skotska loysingarrørslan hevði savnað saman, eru horvin. Tað svarar til góðar 5 milliónir krónur.

Nicola Sturgeon legði frá sær í februar eftir átta ár sum forkvinna fyri SNP.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109