Finskur limaskapur í Nato: Eitt stórt sjálvmál hjá Putin

Finskur limaskapur í Nato: Eitt stórt sjálvmál hjá Putin
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, sigur, at russiski forsetin vildi hava eitt minni Nato, men nú hevur hann fingið tað øvuta
Lars Løkke Rasmussen, uttanríkisráðharri, sigur, at finski Nato-limaskapurin er eitt stórt sjálvmál hjá Putin, sum vildi hava at Nato minkaði heldur enn vaks.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
04.04.2023 - 15:49

Eitt ovurstórt sjálvmál av Vladimir Putin.

Tað er skotsmálið, sum danski uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, gevur russiska forsetanum, har hann vísir til finska limaskapin í Nato.

Finski limaskapruin merkir, at landið nú verður á øllum fundum og í hernaðarligum viðurskiftum í Nato.

 

Í dag var finska flaggið vundið á stong uttan fyri Nato-høvuðsborgina í Brússel. Finnland er nú limur í Nato. (Mynd: Ritzau Sanpix)

 

Álvarsligt bakkast

- Hetta er eitt álvarsligt bakkast fyri russiska forsetan, sum á ongan hátt vil hava eina víðkan av verjusamgonguni, sigur Løkke.

- Nú Finnland er komið upp í Nato, fær Putin júst tað øvuta av tí, hann vildi, sum var eitt minni Nato. Putin vildi hava dyrnar stongdar fyri nýggjum limum í verjusamgonguni. Nú fær hann í staðin eina víðkan av Nato, sum er komið nærri Russlandi.

- Fyri tveimum árum síðani vóru tað ikki nógvir finnlendingar, sum tosaðu um at koma í Nato. Alt hetta er orsakað av russisku innrásini í Ukraina, sigur danski uttanríkisráðharrin við danska TV2.

 

1.300 kilometrar aftrat

Aðalskrivarin í Nato, Jens Stoltenberg, vísir á, at markið hjá verjusamgonguni við finska limaskapinum er vaksið við meira enn 1.300 kilometrum móti Russlandi. 

Við finska limaskapinum eru nú 31 limalond í Nato.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109