Fyrrverandi forseti noktar seg sekan í krígsbrotsgerð

Fyrrverandi forseti noktar seg sekan í krígsbrotsgerð
Hashin Thaci, sum var forseti í Kosovo, kom fyri serliga dómstólin í Haag í dag. Málið fer væntandi at taka tvey ár
Hashim Thaci, fyrrverandi forseti í Kosovo, situr nú á ákærubeinkinum í Haag.
Mynd: EPA  
 
03.04.2023 - 15:13

Rættarmálið móti fyrrverandi forsetanum í Kosovo, Hashin Thaci, byrjaði við serliga dómstólin í hollendska stjórnarbýnum Haag í dag.

Dómstólurin var skipaður í 2015 at viðgera krigsbrotsgerðir og brotsgerðir móti mannaættini í Kosovo frá 1998 til 2000. 

 Í 2020 var Hashin Thaci ákærdur við ein dómstól í Kosovo fyri krigsbrotsgerðir og brotsgerðir móti mannaættini.

 

Fluttur til Haag

Stutt eftir ákæruna legði hann frá sær sum forseti, og Tchai var síðani fluttur til Haag.

Á fyrsta rættarfundinum í dag noktaði fyrrverandi forsetin seg sekan. 

Roknað verður við, at rættarmálið móti Thaci og trimum øðrum monnum, sum vóru limir í einum partisanbólki, verður drúgt.

Ákærarnir hava sagt, at teir fara væntandi at brúka tvey ár at leggja øll prógv í málinum fram. 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109