Pólland sendir Ukraina jagaraflogfør

Pólland sendir Ukraina jagaraflogfør
Talan er um MiG-29 flogfør, sum vóru ment í Sovjetsamveldinum
Tað eru jagaraflogfør av hesum slagnum, sum Pólland fer at senda Ukraina.
 
03.04.2023 - 14:55

Í síðstu viku sendi Slovakia fyrstu jagaraflogførini til Ukraina, og nú fer Pólland eisini at senda jagaraflogfør til Ukraina, upplýsir ein ráðgevi fyri pólska forsetan, skrivar AFP.

Flogførini úr Slovaka og Póllandi eru av slagnum MiG-29.

Einki verður kortini sagt um, hvussu nógv flogfør talan er um.

Ukrainar hava MiG-29 jagaraflogfør í herinum, og tí hava teir førleikar at brúka tey beinan vegin.

MiG-29 flogførini vóru ment í Sovjetsamveldinum í sjeytiárunum og áttatiárunum, tá USA hevði ment sini F-15 og F-16 jagaraflogfør. 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109