60 melduródnir í USA kravt 29 mannalív

60 melduródnir í USA kravt 29 mannalív
Fýra fólk doyðu undir einar heavy metal-konsert í Illinois
Melduródnirnar í USA hava eisini gjørt stóran materiellan skaða.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
03.04.2023 - 10:42

Í minsta lagi 29 fólk eru funnin deyð eftir at í minsta lagi 60 melduródnir hava herjað í suðurstatunum og miðvestur-partinum av USA.

Fleiri eru deyð í melduródnunum í statum í landsynningspartinum av landinum, og tær hava eisini elvt til stóran materiellan skaða.

Í Tennessee eru 12 fólk higartil funnin deyð í McNairy County, eystan fyri Memphis.

17 fólk hava latið lív har suðuri í Arkansas, Mississippi og Alabama, og í Illinois í miðvesturpartinum og Delaware á eystursíðuni.

Fýra fólk doyðu lív, tá ið tekjan og ein partur av vegginum smokkaðu saman undir eini heavy metal-konsert í Apollo Theatre í býnum Bevidere í Illinois, skrivar NTB.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109