Samgongufólk: Tilfeingisgjaldið á toski í Barentshavinum í hægra lagi

Samgongufólk: Tilfeingisgjaldið á toski í Barentshavinum í hægra lagi
Fíggjarnevndarlimir skiftu orð um tilfeingisrentu og tilfeingisgjald í Breddanum fyrrapartin
Eirikur í Jákupsstovu umboðar Tjóðveldi í fíggjarnevndini. Hann heldur, at reiðaríini fara at gjalda ov nógv í tilfeingigjaldi fyri tosk í Barentshavinum.
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
14.03.2023 - 13:03

Uppskotið hjá landsstýriskvinnuni í fíggjarmálum, um at tilfeingisgjald á toski í Barentshavinum er í hægra lagi.

Tað halda bæði samgongufólkini í fíggjarnevndini, Eirikur í Jákupsstovu g Eyðgunn Samuelsen, sum vóru í Breddanum fyrrapartin.

 

Eisini Eyðgunn Samuelsen, forkvinna í fíggjarnevndini, heldur, at tilfeingisgjaldið í Barentshavinum er í hægra lagi. (Mynd: Bjarni Árting Rubeksen)

 

Ruth Vang, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, sigur, at ein orsøk til, at  tilfeingisgjaldið á fisk úr Barentshavinum verður hækkað, er, at landið hevði fingið størri inntøku, um makrelurin ikki var býttur um við tosk í Barentshavinum. 

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

14032023_Samgongufolk_um_gjold

 

Tá uppskotið um tilfeingisgjøld hevur fingið fyrstu viðgerð í tinginum, fer tað í fíggjarnevndina.

Uppskotið er í løtuni til hoyringar, og tað verður lagt fram í tinginum seinni í hesum mánaðinum. 

Allur Breddin kann hoyrast her.

 

 

 

 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 31. desember
Guðstænasta úr Kirkjubøar kirkju
185719
Mánadag 30. desember
Veðrið
185702
Sunnudag 29. desember
Fagnaðarkonsert fyri Knút Olsen
185655
Sunnudag 29. desember
Andakt við Hanusi á Gørðum
185653
Sunnudag 29. desember
Guðstænasta úr Kollafjarða kirkju
185656