Oljudálking á Kollafirði og eystaru vág í Havn

Oljudálking á Kollafirði og eystaru vág í Havn
Málini verða send Umhvørvisstovuni, sum kemur við sektaruppskoti til skipaeigararnar
Í gjár fóru einir hundrað litrar úr einum fiskiskipi á sjógv í Kollafirði. (Savnsmynd)
 
09.03.2023 - 15:41

Sløkkiliðið í Tórshavnar kommunu hevur havt úr at gera við at taka olju upp úr sjónum seinastu dagarnar.

Í gjár fóru einir hundrað litrar úr einum fiskiskipi á sjógv í Kollafirði. Talan var um hydraulikkolju.

Fyrradagin fór olja á sjógv, tá eitt farmaskip, sum lá við bryggju á eystaru vág, bunkraði. Har fóru nakrir hundrað litrar á sjógv.

 

Sektaruppskot

Bæði málini verða nú kannað, og síðani sendir politiið málið til Umhvørvisstovuna, sum umsitir oljudálking á sjónum. Umhvørvisstovan kemur síðani við einum sektaruppskoti til eigararnar av skipunum. Verður sektin góðtikin og goldin, verður ikki gjørt meira við málið.

Bøturnar fyri oljudálking verða roknaðar eftir eini vegleiðandi talvu hjá Umhvørvisstovuni.  

Er til dømis talan um 500 litrar, sum fara á sjógv, er bótin 150.000 krónur.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 11. februar
Morgunlestur týsdagur 11.februar 2025
186665
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 11. februar
Dagur og vika við 3-2 - teknmálstulkað
187616
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463