- Tíðindi, mentan og ítróttur
Lýggjasta ár higartil
2024 tók hitametið hjá 2023.
2024 er lýggjasta ár, sum higartil er skrásett, skrivar AFP við veðurlagstænastuni hjá ES, Copernicus, sum keldu.
Miðalhitin í heiminum er nú 1,6 stig hægri, enn hann var, tá íðnaðurin byrjaði og farið var at brúka kol, sum elva til vakstrarhúsgass.
Í fjør var hækkingin 1,48 stig.
Í Paríssáttmálanum um veðurlag frá 2015 stendur, at hitahækkingin skal ikki fara upp um tvey stig, helst ikki upp um hálvtannað stig.
Copernicus væntar tó ikki nýtt hitamet í ár, í 2025.
Veðurlagið versnaði nógv í fjør.
Ógvisligur turkur var í nøkrum londum. Í øðrum var stór vatnflóð.
Og so vóru hitabylgjur í nøkrum londum.
Nógv fólk doyðu í hesum verðurlagsbroytingum, sum komu av mannaávum, tí útlátið er so stórt.