Gongur striltið at skráseta oljutangar

Gongur striltið at skráseta oljutangar
Fleiri kommunur hava trupult við at liva upp til kunngerðina um at skráseta allar oljutangar í kommununi
Nógvar upplýsingar um oljutangar eru ikki til at fáa fatur á. Tí er trupult hjá kommununum at skráseta allar oljutangar
Mynd: Savnsmynd  
 
11.01.2025 - 12:01

"Fyri kommununa er tað ein ómøgulig uppgáva, tí vit kunnu bara skráseta út frá teimum upplýsingum, sum borgarin gevur okkum."

Tað sigur Karl Johansen, borgarstjóri í Klaksvíkar kommunu, sum eins og aðrar kommunur hevur trupult við at liva upp til kunngerðina um at fyribyrgja dálking frá oljutangum.

Í kunngerðini, sum er frá 2018, stendur millum annað, at kommunurnar í seinasta lagi 1. januar 2022 skulu hava skrásett allar oljutangar, sum rúma upp til 6.000 litrar, og øll íbundin rør. Og tað eru upplýsingar um framleiðara, framleiðsluár og mangt annað, sum skulu fáast til vega.

"Nógv fólk, man tosar við, siga, at tey geva upp, tí tey finna ikki upplýsingarnar nakrastaðni. Á sjálvum tanganum stendur einki", sigur Karl Johansen.

Sambært kunngerðini um oljutangar frá 2018 skuldu tangar við ókendum framleiðsluári ella sum ikki eru góðkendir ella hava ókenda konstruktión ella ókent tilfar, takast úr nýtslu áðrenn 1. januar í ár, um húsini eru bygd í tíðarskeiðnum frá 1961 til 1980.

Og 1. januar 2026 verður tað sama galdandi fyri hús, sum eru bygd í tíðarskeiðnum frá 1981 til 2000.

 

Hoyrið innslag her:

Oljutangar_innslag

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 10. februar
Norðurljóð 10.februar 2025
187245
Mánadag 10. februar
Hvør skal venja landsliðið
187571
Mánadag 10. februar
Góðan morgun Føroyar
187552
Nýggjastu sendingar í SV
Sunnudag 9. februar
Guðstænasta úr kirkjuni á Leiti
187534
Fríggjadag 7. februar
Veðrið
187497
Fríggjadag 7. februar
Jazzygold og Løgmaður
187369
Fríggjadag 7. februar
Heim, kæra heim (3:3)
187463
Mikudag 5. februar
Dagur og vika - teknmálstulkað
187371