Ringt jólaveður gav streym uttan olju

Ringt jólaveður gav streym uttan olju
Ringa veðrið á jólum gjørdi, at allur streymurin, sum SEV gjørdi í gjár, annan jóladag, var úr vatni og vindi
Nógv regn gevur grøna orku.
 
27.12.2024 - 09:55

Ringa veðrið á jólum gjørdi, at allur streymurin, sum SEV gjørdi í gjár, annan jóladag, var úr vatni og vindi.

Jólaaftan var 89 prosent grønur, og jóladagur var 93 prosent grønur.

Vatnorkan var bulurin í elframleiðsluni um jólini, sigur SEV.

Jólaaftan átti vatnorkan góð 51 prosent og jóladag sløk 63 prosent. 

Í Suðuroynni útvega vindmyllurnar og battarískipanin tó allan streymin, tí vatnorkuverkið í Botni verður umvælt.

Ta løtuna, dunnurnar vóru í ovninum jólaaftan, øktist eftirspurningurin, so tá var neyðugt at tendra motorarnar á Vágsverkinum og Sundsverkinum.

Jólamorgun var nærum eingin vindur, so tá vóru aftur boð eftir Sundsverkinum og Vágsverkinum, sigur SEV.
 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Týsdag 28. januar
Orðaval #10 - talumál og Norðlýsið
186983
Týsdag 28. januar
Góðan morgun Føroyar
186960
Týsdag 28. januar
Morgunlestur týsdagur 28.januar 2025
186651
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 28. januar
Vegamót: Støðan í ríkisfelagsskapinum
187006
Týsdag 28. januar
Veðrið
186991
Sunnudag 26. januar
Guðstænasta á Viðareiði
186881