SEV skal rinda eina millión í revsirentu

SEV skal rinda eina millión í revsirentu
Orsøkin er, at SEV ikki rakk málinum um grøna framleiðslu í fjør
Bogi Bendtsen er fíggjarstjóri í SEV.
 
07.01.2025 - 11:34

SEV skal rinda eina millión krónur í revsirentu, tí málið um grøna framleiðslu ikki varð rokkið í 2024.

Málið var 57 prosent, men úrslitið var 56,6 prosent. 

Tá ið avtala varð gjørd við lánsveitararnar, var tað ein fyrimunur at gera eina avtalu, har nøkur mál skuldu røkkast.

 

Verkið í Botni fer væntandi at geva orku aftur í hesum árinum. 

 

Í 2025 er málið hjá SEV at vera 56 prosent grønt. Millum annað fara turbinurnar norðuri á Strond og verkið í Botni at geva orku í hesum árinum, og tí vónar Bogi Bendtsen, fíggjarstjóri hjá SEV,  at sleppa undan revsirentu..

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

07012025_Bogi_Bendtsen

 

 

 

 

 


 

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947
Týsdag 22. apríl
3-2 (24. mars 2025)
190946