Hallur Holm: Sum at flúgva

Hallur Holm: Sum at flúgva
Hallur Holm venur til sína fyrstu stóru rennikapping í ár. Hann hevur seinastu árini lagt seg eftir at flyta mørkini, og teinarnir tykjast blíva longri og longri
11.02.2025 - 12:20

Tað er sum at flúgva, sigur Hallur Holm.

 - Tað er eitt øgiligt frælsi í at orka, og tú rennur um fjøll og dalar.

Tá hundraðtals kilometrar í hørðum lendi skulu leggjast afturum, er ivaleyst ein treyt at hava tað sum kendi føroyski renniveteranurin. At síggja tað sum frælsi, ið onnur helst síggja sum vitloysi.

Hallur Holm hevur síðstu 10 árini lagt seg eftir sonevndari ultrarenning, har tað yvirhøvur snýr seg um at renna langt og leingi. Hann kappast í stórum altjóða kappingum - viðhvørt á donskum landsliðum og viðhvørt sum einstaklingur - og so seint sum í desember í 2023 gjørdist hann heimsmeistari í 24 tíma renning í sínum aldursbólki.

Nú venur hann til Transgrancanaria Classic, sum verður á Gran Canaria seinni hendan mánaðin, har hann skal renna 126 kilometrar og 7.000 hæddarmetrar so skjótt sum gjørligt.  

Í innslagnum omanfyri fylgdu Halli Holm til venjing og gjørdu eina roynd at finna útav, hvat drívur verkið.

 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
Mono - Passions Just LIke Mine (5:5)
190823
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594