- Tíðindi, mentan og ítróttur
Fleyr og Mjølnir eiga steypafinalurnar

Fleyr og Mjølnir bresta saman í steypafinalunum í flogbólti. Tað er greitt eftir drúgvan hálvfinaludag á Giljanesi.
Hjá monnum vann Fleyr kanska eitt sindur óvæntað heili 3-0 á SÍ í fyrra mansdystinum við settúrslitunum 21-25, 20-25 og 19-25.
Mjølnir fór avstað við hinum finaluplássinum við 3-1 sigri á ÍF. Klaksvíkingar vunnu 25-20 í fyrsta setti, áðrenn ÍF javnaði til 1-1 við 25-17. Mjølnir vann síðan 25-14 og 25-22.
Somu lið hjá kvinnunum
Hjá kvinnum vann Fleyr 3-2 á SÍ í hálvfinaluni millum tvey tey bestu liðini í Hotel Djurhuus-kappingini í ár. Havnarliðið endurtók sostatt úrslitið frá teimum báðum FM-finalunum. Settúrslitini vóru 22-25, 25-22, 25-20, 24-26 og 15-7 í javnbrótaranum.
Í seinnu hálvfinaluni dróg Mjølnir longra stráið ímóti KÍF og vann 3-0 við settúrslitunum 16-25, 17-25 og 22-25.
Finalurnar í Bónus-kappingini verða spældar í høllini á Sandi næsta leygardag.