- Tíðindi, mentan og ítróttur
Páskaskráin í sjónvarpinum – les um sendingar og broytingar í skránni

Páskirnar nærkast, og við teimum kemur eisini ein fjølbroytt sjónvarpsskrá. Onkrar broytingar eru í føstu skránni. Langa fríggjadag spæla vit ikki Gekk, men vit spæla um 350.000 krónur hóskvøldið 24. apríl. Kringvarpið hevur sent tvey innleiðandi umfør av Sement, og finalan verður send leygarkvøldið 26. apríl. Umfarið komandi leygarkvøld, 19. apríl, verður ikki sent vegna fleiri aðrar beinleiðis páskaframleiðslur í sjónvarpinum.
Niðanfyri er ein brellbiti av teimum sjónvarpssendingunum, ið tú kanst hugna tær við á páskum.
Um tú ikki klárar at bíða, so liggja longu nakrar av sendingunum klárar á KVF Sjón í bólkinum 'Páskaskráin'.
Børnini kunnu stytta sær stundir við eitt nú Mumi, Sløkki Sam ella tí spildurnýggja páskapartinum av Labbaliðnum. Tit finna alt tað góða, føroyska barnatilfarið á kvf.fo/sjon/vit og í VIT-appini.
REY04245_REYP_paskareyp_2025
Sí alla sjónvarpsskránna her.