Talv: Havnin endurvann FM-heitið

Talv: Havnin endurvann FM-heitið
Við stórsigri á Sandavágs Talvfelag tryggjaði Havnar Telvingarfelag sær FM-heitið í stórum stíli
 
23.03.2025 - 14:32

Havnar Telvingarfelag endurvann FM-heitið í stórum stíli í seinasta umfari í landskappingini í gjár.

Havnarmenn vunnu stórsigur 3½-½ á kappingarneytanum úr Sandavágs Talvfelag. Eisini eydnaðist B-liði Havnar Telvingarfelags at lívbjarga sær í harðari kapping við Kollafjarðar Talvfelag, sum tí noyðist at víkja sætið í deildini. 

Unga manningin hjá kollfirðingum hevur kortini staðið seg væl í vetur, og eigur tí at seta sær fyri at vinna seg aftur upp í bestu deildina sum skjótast. Eydnast teimum at byggja á tað, sum longu er laðað, fara teir helst at kunna bíta seg fastar í bestu deildini í framtíðini.

Sandavágs Talvfelag vann 2. deild, Rókur 3. deild og Klaksvíkar Talvfelag 4. deild. 

Seinastu dystirnir í øllum fýra deildunum vórðu telvaðir undir somu lon í gjár. Kollafjarðar Talvfelag skipaði fyri stórum, væl eydnaðum felagsumfari í Kollafjarðar Skúla. Talvsamband Føroya varpaði leikirnar í øllum dystum í 1 deild út beinleiðis.

 

Spenningur til síðsta leik

Toppdysturin - moralska FM-finalan millum Havnina og Sandavág - gjørdist ikki tað brakið, sum hon ofta hevur verið. Til tess var liðið hjá vágmonnum í so skert. Rógvi Egilstoft hevur verið burturstaddur seinasta árið, og tað er missur, sum ikki bøtist fyri. At Jón í Horni Nielsen heldur ikki var tøkur í gjár, bar í sær, at fyritreytirnar at geva havnarmonnum ein skarpan gang vóru nógv versnaðar.

Á 1 borði brustu landsins bestu tveir telvarar saman í einvíggi. Helgi Dam Ziska og Høgni Egilstoft Nielsen. Ofta endar javnt teirra millum, men í gjár telvaði Helgi Dam Ziska sera væl og vann sannførandi. Her sást hvør var stórmeistari, og hvør var altjóða meistari.

FM-heitið hjá Havnini var longu veruleiki, tá fyrsta talvið í dystinum var liðugt. Martin Poulsen syfti Torkil Nielsen á triðja borði, og so var 27. FM-heitið hjá HT heima. Carl Eli Samuelsen gjørdi Martini Poulsen kynstrið eftir á fjórða borði, men á øðrum borði mundi Silas Eyðsteinsson hava munin, men føroyameistarin, Luitjen A. Apol, greiddi kortini remis.

 

1 deild. 10. umfar

Sandavágur - Havnin ½ - 3½

IM Høgni Egilstoft Nielsen - GM Helgi Dam Ziska 0 - 1
Silas Eyðsteinsson - Luitjen Akselsson Apol ½ - ½
Torkil Nielsen - Martin Poulsen 0 - 1
Jón Atlason - Carl Eli Samuelsen 0 - 1

 

Klaksvík - Havnin B. 2 - 2

Ólavur Simonsen - Herluf Hansen 1 - 0
Rani Baldursson - Margar Berg 1 - 0
Heðin Gregersen - Elias Petersen 0 - 1
Terji Petersen - Suni Merkistein 0 - 1

 

Kollafjørður - Klaksvík B. 2 - 2

Hans Kristian Simonsen - Haldur S. Johansen ½ - ½
Árant Djurhuus - Finnbjørn Vang ½ - ½
Rógvi Mørkøre - Wille Olsen ½ - ½
Karl Marius Dahl - Tummas M. Sólsker ½ - ½

 

1. deild - endaliga støðan

1. Havnin 32½ stig
2. Sandavágur 27
3. Klaksvík 22
4. Klaksvík B. 14
5. Havnin B. 12
6. Kollafjørður 12

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV