
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Tvær altjóða dartkappingar á Glasi um vikuskiftið

Um vikuskiftið vera tvær altjóða dartkappingar í Havn.
Í dag og næstu tveir dagarnar verður neyvleiki, nervar av stáli og kappingarhugur sameind í altjóða dartkappingini á Glasi har føroyingar og útlendingar kappast við pílum.
Kappast verður í tvímansleiki og í einmansleiki hjá kvinnum, monnum og unglingum.
Eyðun Samuelsen. (Mynd av Facebook-vanga)
Havnar Dartfelag skipar fyri kappingini saman við Dartsambandi Føroya.
44 breytir eru, og hálvfinalur og finalur verða spældar í atrium, har góður møguleiki er hjá áskoðarum at síggja dart á altjóða stigi.
Fyriskipararnir gera nógv burturúr við ljósi, ljóði og stórskíggja.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum, har samrøða er við Eyðun Samuelsen, formann í Havnar Dartfelag:
Kringvarpið stroymir frá avgerandi dystunum, sum vera í morgin frá kl 19 og sunnudagin frá kl 16.