Føroyskt tennis limaskap í evropeisku tennissamgonguni

Føroyskt tennis limaskap í evropeisku tennissamgonguni
Tennissamband Føroya hevur fingið limaskap í evropeisku tennissamgonguni, Tennis Europe, við 44 atkvøðum fyri og ongari ímóti
Føroyskt tennis er nú góðkent limaland hjá Tennis Europe
 
24.03.2025 - 19:05

Á ársaðalfundi í Belek í Turkalandi um vikuskiftið staðfestu limalondini í Tennis Europe, at føroyska tennisítróttin hoyrir heima í evropeiska tennisfelagsskapinum.

Við 44 atkvøðum fyri og ongari ímóti góðkendu møttu limalondini umsóknina hjá Tennissambandi Føroya, og í 2026 gerst Tennissambandið partur av Tennis Europe, skrivar ÍSF.

- Vit hava arbeitt miðvíst fyri at gerast limir í Tennis Europe í eina tíð, og at tað nú eydnaðist er ótrúliga gleðiligt og eitt týdningarmikið stig fyri at menna tennis í Føroyum, segði ein fegin formaður í Tennissambandinum, Ingi Heinesen Højsted, beint eftir at úrslitið varð kunngjørt leygardagin.

 - Limaskapurin í Tennis Europe merkir, at vit kunnu luttaka í evropeiskum kappingum sum einstaklingar og landslið umboðandi Føroyar. Hetta er sera týdningarmikið og spennandi, eitt nú hjá okkara ungu og evnaríku leikarum. Tennis hevur havt stóra framgongd í Føroyum síðstu árini, og hetta er enn eitt stórt fet rætta vegin.

Tennis Europe er altjóða felagsskapurin hjá Tennissambondunum í Evropa. Til samanbering svarar hetta til UEFA í fótbólti. Tennis Europe umsitur eitt nú EM-kappingina fyri lið og einstaklingar í fleiri aldursbólkum. Ungdómskappingar hjá Tennis Europe verða mettar sum fyrsta stigið hjá ungum og evnaríkum tennisleikarum í Evropa at gerast yrkistennisleikarar.

Áhugin fyri tennis hevur rættiliga tikið dik á seg í Føroyum seinastu árini, serliga í høvuðsstaðnum, har vit í dag finna eitt spírandi tennisumhvørvi í Gundadali. Eitt av málunum hjá Tennissambandinum er at fáa tennisfepurin um alt landið. Tennis er ein av ítróttargreinunum á Skúlaleikunum í ár, og tennis verður ein av ítróttargreinunum á Oyggjaleikunum, sum vera í Føroyum í 2027.

 - Næsta stigið verður at betra um umstøðurnar at spæla tennis innandura í Føroyum, soleiðis at Føroyar uppfylla krøvini at gerast vertir fyri evropeiskum tenniskappingum, sigur Ingi Højsted.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 25. mars
Veðrið
189777
Týsdag 25. mars
KAKUMiKS kemur 28. mars!
189768
Sunnudag 23. mars
Ein varði í lívi mínum
189664