Vektlyfting: Gull, silvur og tvey donsk met

Vektlyfting: Gull, silvur og tvey donsk met
Føroysku lyftararnir fingu eitt gull, eitt silvur og tvey donsk met á fyrra kappingardegnum um danmarksmeistaraheitini í olympiskari vektlyfting
Niels Áki Mørk setti tvey donsk met til DM í Olympiskari vektlyfting
Mynd: Føroya Styrkisamband  
 
16.03.2025 - 17:32

Føroysku lyftararnir fingu eitt gull, eitt silvur og tvey donsk met á fyrra kappingardegnum um danmarksmeistaraheitini í olympiskari vektlyfting.

Tað skrivar Føroya Styrkisamband.

Niels Áki Mørk hevði ongan at kappast ímóti í -61 vektflokkinum, so gullið var givið, men harafturat setti hann tvey donsk met. Í trekk lyfti hann 101 kilo, og hóast tað ikki eydnaðist at fáa met í vend og stoyt, rakk samlaða úrslitið upp á 212 eisini til danskt met.

 


Pól Hendrikkur Andreasen fekk silvur í samlaðu kappingini í -67 vektflokkinum. MYND: Føroya Styrkisamband

 

Pól Hendrikur Andreasen fekk silvur í trekk í -67 vektflokkinum. Tvey tey fyrstu lyftini vórðu kolldømd, men triðju ferð eydnaðist at lyfta 90 kilo upp um høvd. Í vend og stoyt fekk hann eisini silvur við 116, og tískil fekk hann eisini silvurið samanlagt.

Triði føroyski lyftarin í kappingini er Maibrit Reynheim Petersen, sum kappast í -76 kg vektflokkinum. Tann kappingin verður í morgin.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mikudag 16. apríl
LEITISSTEIN 15.04.25
190811
Mikudag 16. apríl
Morgunlestur mikudagur 16.apríl 2025
190557
Týsdag 15. apríl
50 ár síðani Froyur koppaði
190743
Nýggjastu sendingar í SV
Týsdag 15. apríl
Veðrið
190770
Týsdag 15. apríl
Dagur og vika
190805
Leygardag 12. apríl
Sement 2025: 2.umfar (2:3)
190653
Fríggjadag 11. apríl
KAKUMiKS (3:7)
190561
Fríggjadag 11. apríl
Dagur og vika - teknmálstulkað
190594