Føroysk uppfinning gevur góð úrslit í Vestmannasundi

Føroysk uppfinning gevur góð úrslit í Vestmannasundi
Hiddenfjord letur sera væl at føroysku uppfinningini, eini streymverju, sum helvtarbýtir streymin. Nú ber til at ala í streymharða Vestmannasundi
08.03.2024 - 19:25

Í fleiri ár hava fólk frá Hiddenfjord gjørt royndir við at ala laks á streymasjógvi í Vestmannasundi.

Tey hava valt at ala Suðuri í Bug í Vestmannasundi, beint við tunnilsmunnan til Vágatunnilin.

Smolt varð sett út í juni í fjør, og nú í januar og februar er laksurin tikin. 

- Úrslitini hava verið sera góð, sigur Bogi Jacobsen, menningarleiðari í Hiddenfjord.



Streymverja

Fyritøkan heldur seg nú hava funnið loysnina at sleppa undan harða streyminum.

Ein serstøk streymverja, sum er eitt slag av lívd, er sett upp báðumegin ringarnar.

Streymverjan fer nakað niður í sjógvin, men streymurin sleppur ígjøgnum undir nótunum, so at hann reinsar botnin. 

Hiddenfjord hevur nú ætlanir um at vaksa um alingina í Vestmannasundi.

Útlendingar sýna eisini áhuga fyri føroysku uppfinningini.
 

 
Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109