Suðuroyartunnilin: Privati tunnilsbólkurin biður løgtingið steðga á

Suðuroyartunnilin: Privati tunnilsbólkurin biður løgtingið steðga á
Kristian Stórhamar heldur, at tingið eigur at brúka nakrar mánaðir aftrat at kanna bestu loysnina. Teitur Samuelsen sigur, at uppskotið er búgvið at taka støðu til
Kristian Stórhamar í privata tunnilsbólkinum og Teitur Samuelsen, stjóri í P.f. Suðuroyartunlinum, áðrenn teir fóru í Breddan fyrrapartin.
 
04.04.2025 - 13:09

Løgtingið eigur at steðga á og brúka nakrar mánaðir aftrat til at kanna bestu loysnina fyri ein komandi Suðuroyartunnil.

Tað heldur Kristian Stórhamar, sum umboðar privata tunnilsbólkin, ið síðstu mánaðirnar hevur arbeitt við alternativum loysnum og tunnilsleið.

- Lógaruppskotið er búgvið at taka støðu til, sigur Teitur Samuelsen, stjóri í P/F Suðuroyartunlinum. 

Umframt sjálva linjuføringina, og hvar tunnilsmunnin skal vera í Sandoynni, heldur privati tunnilsbólkurin, at spurningurin um Skúvoynna skal kannast nærri. Sambært teimum kann ein loysn, sum eisini fevnir um Skúvoy, stytta byggitíðina umleið tvey ár.

Henda loysnin er ikki góð - hvørki tá ið ræður um trygd ella umhvørvi - og tí ikki eitt alternativ, heldur Teitur Samuelsen.

Kristian Stórhamar og Teitur Samuelsen vóru í Breddanum fyrrapartin.

Hoyr innslag í útvarpstíðindunum: 

 

04042025_Kristian_og_Teitur

 

Hoyr allan Breddan her.

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 28. apríl
Norðurljóð 28.apríl 2025
190753
Mánadag 28. apríl
Morgunlestur mánadagur 28.apríl 2025
191011
Sunnudag 27. apríl
Bolero 27 apr 2025
191112
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 28. apríl
Suðuroyartunnilin og skuggatølini
191130
Sunnudag 27. apríl
Møti í Berøa í Saltangará.
191117
Sunnudag 27. apríl
Andakt
191114
Leygardag 26. apríl
Sement-finalan 2025
191109