11 verkætlanir fáa góða millión í útoyggjastuðli

11 verkætlanir fáa góða millión í útoyggjastuðli
27 umsóknir vóru í ár
Útoyggjastuðulin er úr 10.000 kr. upp í 360.000 kr. (Savnsmynd)
 
03.04.2025 - 10:22

11 verkætlanir hava fingið útoyggjastuðul, tilsamans 1,1 mió. kr.

27 umsóknir vóru í ár.

Endamálið við útoyggjastuðli er at stuðla verkætlanum, sum menna føroysku útoyggarnar so ella so.

Útoyggjarnar eru Svínoy, Fugloy, Skúgvoy, Mykines, Hestur, Stóra Dímun og Kalsoy.

Stuðulin er 10.000 krónur upp í 360.000 kr.

Útoyggjafelagið fær 200.000 kr.

Stuðul kann veitast einstaklingum, virkjum, feløgum og kommunum. Løgmálaráðið umsitur játtanina, sum í ár er 1,1 mió. kr. 

Býtið av stuðli til útoyggjamenning sæst í talvuni niðanfyri:

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 24. apríl
Útilív 6:6
191066
Týsdag 22. apríl
Veðrið
190965
Týsdag 22. apríl
3-2 (14. apríl 2025)
190949
Týsdag 22. apríl
3-2 (7. apríl 2025)
190948
Týsdag 22. apríl
3-2 (31. mars 2025)
190947