Minni virðing fyri fótbóltsdómarum nú enn fyrr

Minni virðing fyri fótbóltsdómarum nú enn fyrr
Mentanin er broytt til tað verra. Tað sigur Niclas á Líðarenda, fótbóltsdómari, nú ein hjálpardómari var sligin undir einum U17 dysti mikukvøldi.
 
29.03.2025 - 14:15

Fótbóltsspælarir og áskoðarir hava minni virðing fyri dómarum nú, enn teir høvdu fyrr. Tað heldur Niklas á Líðarenda, sum hevur verið fótbóltsdómari síðan 1978. Hendingin í Hoyvík mikudagin, har U17 spælarar hjá FC Hoyvík løgdu á ein 15 ára gamlan linjuverja, hevur skelkað mong, og hóast tílíkur harðskapur ikki er vanligur í fótbólti, so er ein trupuleiki við vantandi virðing og happing millum ungar fótbóltsleikarar. Niklas á Líðarenda vísir á, at tað kann ikki eina vera uppgávan hjá dómarum at tryggja, at alt fer rætt fram á fótbóltsvøllinum. Feløg, venjarar, foreldur og tey sum eru rundan um feløgini mugu øll hjálpast um, at broyta keðiligu gongdina. 

Eftir hendingina mikukvøldið gjørdi FC Hoyvík av, at taka U17 dreingjaliðið hjá felagnum úr øllum kappingum hjá Fótbóltssambandinum. Fróði Danielsen, formaður í FC Hoyvík, segði við útvarpið í gjár, at felagið hevur eina ábyrgd fyri hinum feløgunum í Føroyum um, at øll skulu kunna kenna seg trygg, tá tey koma til Hoyvíkar at spæla dyst. 

Ann-Britt F. Mortensen, ráðgevi í tryggum ítrótti undir FSF og ÍSF, sum veitur ráðgeving um trygd og trivnað í ítrótti, vísir á, at tað er umráðandi hjá feløgunum at taka trygdina í álvara og tað heldur hon, at FC Hoyvík hevur gjørt eftir hendingina. Hon vísir eisini á, at tað er umráðandi at arbeiða fyribyggjandi og tað kunnu feløgini gera við at geva leikarum, foreldrum og øðrum greiðar leiðireglur fyri atburði. Um tað eydnast at venda gongdini og tryggja virðing fyri dómarum, so verður tað stuttligari at døma og lættari at finna dómarar til dystir í Føroyum, heldur Niklas á Líðarenda.

 

1734923

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878
Fríggjadag 18. apríl
Knútsfagnaður
190859