Talið av pensjonistum er hækkandi

Talið av pensjonistum er hækkandi
Útrokningar, sum eru gjørdar fyri Almannaráðið vísa, at vit liva longur, og tað vil siga, at restlivialdurin hjá teimum, sum eru 65 ár, væntast at hækka næstu árini
Formaðurin í Búskaparráðnum heldur fast um, at tað er neyðugt at hækka pensjónsaldurin
Mynd: Bjarni Árting Rubeksen  
 
20.03.2025 - 18:34

Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, góðtekur ikki frágreiðingina hjá Bjarna á Steig, stjóra í Heilsustýrinum, um livialdurin hjá føroyingum.

Í tíðindasendingini á nátturða týskvøldið tosaði Bjarni á Steig, stjóri í Heilsustýrinum, um ávirkanir á livialdurin, og tað var í tí sambandinum, at hann kom inn á viðurskifti, sum eru broytt frá fyrr til nú. Ein av orsøkunum var, at færri doyggja ung av vanlukkum í dag, og tað hevur broytt livialdurin munandi.

Men hetta hevur einki við sakina at gera, sigur Johnny í Grótinum, tí tað sum verður tosað um er miðallivialdurin hjá teimum, sum longu eru 65. 

Sambært framrokningum væntast 65 ára gamlir menn at liva til teir eru 85 og kvinnurnar til tær eru 87, og tað er í hesum stóra pensjónsavbjóðingin liggur.

- Útrokningar, sum eru gjørdar fyri Almannaráðið vísa, at vit liva longur, og framrokningarnar fyri restlivialdurin hjá teimum, sum eru 65 ár, væntast eisini at hækka næstu árini, sigur Johnny í Grótinum, formaður í Búskaparráðnum, sum sigur, at tað er alneyðugt at broyta pensjónsaldurin, um vit ikki skulu áleggja teimum, sum koma eftir okkum, at bera stórar skattabyrðar.

Hoyr alt innslagið, sum var í tíðindunum í kvøld her:

1733210

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Heðin Brú 1:2
189508
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386