- Tíðindi, mentan og ítróttur
Sólvit Nolsø kennir seg drignan upp á tráð
Sólvit Nolsø kennir seg drignan upp á tráð
Undir 2. viðgerð av andstøðuuppskotinum um, at onnur enn SEV skulu fáa loyvi at selja streym, var Sólvit Nolsø, tingmaður fyri Framsókn, rættiliga bersøgin

Mynd: Bjarni Árting Rubeksen
19.03.2025 - 18:39
- Eg kenni meg drignan upp á tráð, tí semjan var ongantíð verulig.
Tað segði Sólvit Nolsø, tingmaður, í Løgtinginum í dag undir 2. viðgerð av andstøðuuppskotinum um, at onnur enn SEV skulu fáa loyvi til at selja streym.
Upprunaliga var ætlanin, at hetta skuldi við í nýggju elveitingarlógina hjá samgonguni, men hesin parturin varð seinni tikin úr lógini aftur - nakað, sum Sólvit Nolsø hevur verið rættiliga misnøgdur um.
1732990
Nú setir Sólvit Nolsø hart móti hørðum.
Hann fer tó ikki at atkvøða fyri andstøðuuppskotinum, men fer í staðin at krevja, at alternativar linjuføringar til Suðuroyartunnilin verða kannaðar út í æsir.
1732992
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV