- Tíðindi, mentan og ítróttur
Uppskot um samsýningar
Uppskot um samsýningar
Eitt ítøkiligt uppskot um kunngerð um samsýningar til kirkjutænarar og hjálparfólk liggur á borðinum

Eirikur í Jákupsstovu, landsstýrismaður, og Jógvan Fríðriksson, bispur.
21.03.2025 - 06:45
Eitt ítøkiligt uppskot um kunngerð um samsýningar til kirkjutænarar og hjálparfólk liggur á borðinum.
Tað verður upplýst á heimasíðuni hjá fólkakirkjuni.
Málið er ikki nýtt.
Í løgmansrøðuni í 2021 var sagt, at arbeitt var við kunngerð um at lata kirkjutænarum og hjálparfólki samsýning.
Nýggi landsstýrismaðurin í kirkjumálum vitjaði Biskupsgarð í gjár.
Tá var millum annað eisini tosað um at seta ein integratiónsprest.
Og mvg-lógin var broytt í 2023, so byggiverkætlanir hjá fólkakirkjuni fáa meirvirðisgjaldið aftur.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV