Smyril Line hevði 140 milliónir í avlopi fyri skatt

Smyril Line hevði 140 milliónir í avlopi fyri skatt
Tað gongur væl í hon hjá Smyril Line, tá tað kemur til roknskapin. Ársúrslitið hjá samtakinum fyri árið í fjør er eitt vet betri enn tað var í 2023
Soleiðis skal nýggja høvuðssætið hjá Smyril Line síggja út
 
20.03.2025 - 19:16

Smyril Line hevði 140 milliónir krónur í avlopi fyri skatt í 2024. Úrslitið eftir skatt er 127 milliónur krónur.

Tað stendur at lesa í roknskapinum hjá felagnum, sum er almannakunngjørdur í dag.

Ársúrslitið er slakar fimm milliónir krónur frægari enn í fjør, tá 122 milliónir krónur lógu eftir á botnlinjuni.

Umsetningurin hjá reiðarínum í fjør var 1,455 milliardir krónur, sum er átta milliónir krónur minni enn árið frammanundan. 

Hetta verður tó uppvigað við lægri konstaði, og tí hevur felagið eitt betri rakstarúrslit enn árið frammanundan.

Felagið rindaði í fjør góðar 262 milliónir krónur í lønum og tað eru 16 milliónir meira enn í 2023.

Smyril Line hevur ognir fyri góðar 1,8 milliardir krónur, men tað eru útlit til, at hesi tøl fara at hækka næstu árini. 

Felagið er nevniliga í holt við at byggja tvey nýggj farmaskip í Kina, sum eftir ætlan koma í flotan miðskeiðis næsta ár. Eisini er felagið í holt við at byggja eitt nýtt høvuðssæti, sum eisini verður nýggj farstøð og nýtt goymsluhús á havnarlagnum í Tórshavn.

Eginognin hjá Smyril Line var 680 milliónir krónur við árslok í fjør.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 20. mars
Heðin Brú 1:2
189508
Hósdag 20. mars
Foytar greyðir 2025 - teknmálstulkað
189466
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (3:3)
189445
Mikudag 19. mars
Ein søga um 45 ár (2:3)
189444
Týsdag 18. mars
Veðrið
189386