- Tíðindi, mentan og ítróttur
Vanlukka kravt mannalív
Vanlukka kravt mannalív
Ein syrgilig vanlukka uttan fyri gistingarhúsið Hotel Hilton í Havn í nátt hevur kravt eitt mannalív.

Gistingarhúsið Hotel Hilton í Havn
Mynd: Bj
16.03.2025 - 10:23
Politiið fekk klokkan 01.10 boðini um, at ein maður var dottin og deyður av fallinum.
Talan er um ein føroying, sum er fyrst í 50-unum.
Vitni sóu hendingina, so fólk vóru á staðnum beinanvegin, men stutt eftir kundi staðfestast, at maðurin var deyður.
Tey avvarðandi eru kunnað.
Vóru illa fyri
Alt bendir á, at maðurin ávegis til gistingarhúsið er dottin einar tríggjar metrar niður av eini steinseting.
- Fólk, sum vóru á staðnum, vóru nokk so illa fyri, so tey mugu vit avhoyra aftur í dag, sigur vakthavandi á politistøðini.
- Tí arbeiða vit nú nokk so nógv við at útvega kreppuhjálp og við at kanna málið. Helst fer tað mesta av degnum við tí, sigur hann.
Nýggjastu sendingar í ÚV
Nýggjastu sendingar í SV