- Tíðindi, mentan og ítróttur
Framvegis einki endurgjald

Heldur ikki Eystari landsrættur vildi lata endurgjald fyri varðhaldsfongsling.
Ein dani, sum var í varðhaldi í eitt ár, var síðani frídømdur í nevningatingi í Føroya rætti.
Hann kravdi góðar 800.000 krónur í endurgjaldi, millum annað hálva millión fyri mista arbeiðsinntøku.
Føroya rættur segði 5. september í 2023, at grundarlag er ikki fyri at lata endurgjald.
Bæði statsadvokaturin og ríkisadvokaturin vístu fyrst kravinum um endurgjald aftur.
Og tað staðfesti Føroya rættur.
Endurgjald verður ikki latið, um tann, sum krevur endurgjaldið, sjálv ella sjálvur er atvoldin til, at rætturin dømdi varðhaldsfongsling.
Tað er, um varðhaldsfongslingin var "selvforskyldt", sum skrivað stendur í rættargangslógin, ella sjálvgjørd.