Talið av skrásettum tilburðum av meslingum í Evropa tað hægsta í 25 ár

Talið av skrásettum tilburðum av meslingum í Evropa tað hægsta í 25 ár
Ein greining hjá WHO og Unicef vísir, at tað vóru tvífalt so nógvir tilburðir av meslingum í fjør sum í 2023
Hans Henri P. Kluge, sum er økisstjóri fyri Evropa hjá WHO, staðfestir, at meslingar eru komnir aftur og vísir á týdningin av koppseting
Mynd: Shutterstock.com  
 
13.03.2025 - 11:33

Talið av skrásettum tilburðum av meslingum í Evropa í 2024 var tað hægsta í 25 ár.

Tað sigur heimsheilsustovnurin WHO.

Ein greining hjá WHO og Unicef vísir, at tað vóru tvífalt so nógvir tilburðir av meslingum í fjør sum í 2023.

Hans Henri P. Kluge, sum er økisstjóri fyri Evropa hjá WHO, staðfestir, at meslingar eru komnir aftur og vísir á týdningin av koppseting.

Tilsamans vórðu 127.350 tilburðir av meslingum skrásettir í 53 londum í Evropa og Miðasia í fjør. Meir enn 40 prosent av teimum smittaðu vóru børn yngri enn fimm ár, sigur WHO.

Meslingar raka í høvuðsheitum børn undir fimm ár. Sagt verður, at í minsta lagi 95 prosent av børnunum í einum landi mugu verða koppsett, so meslingar ikki fara at ganga.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Hósdag 13. mars
RagnarRokk 13.mars 2024
187290
Hósdag 13. mars
Andarblak: Leirkerasmiðurin
189154
Nýggjastu sendingar í SV
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119
Mikudag 12. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189087
Týsdag 11. mars
Veðrið
189035