Keir Starmer: Vit noyðast at leggja hægsta trýst á Putin

Keir Starmer: Vit noyðast at leggja hægsta trýst á Putin
Keir Starmer, bretski forsætisráðharrin, segði eisini at "heimurin hevur tørv á at vit veruliga gera okkurt, og ikki bara tómum orðum."
Keir Starmer, forsætisráðharri í Bretlandi
 
15.03.2025 - 14:27

Ríkisleiðarar á fundi
Fyrr í dag var fundur ímillum 26 ríkisleiðarar. Bretski forsætisráðharrin var vertur fyri fundinum, sum fór fram yvir netið, har hann bjóðaði 25 ríkisleiðarum, umframt umboð fyri NATO og ES, fyri at umrøða framtíðar trygdarátøk og sanktiónir ímóti Russlandi og hvussu tey skulu skapa frið um Ukraina.
Keir Starmer vildi gera sær eina mynd yvir hvørji lond vilja vera við at stuðla friði í Ukraina, um ein vápnahvíld verður undirskrivað. Eisini hvussu londini kunnu stuðla friðinum við til dømis, hermonnum, útgerð, og fígging.

Eftir fundin hevur Keir Starmer havt tíðindafund, har hann umrøddi fundin við ríkisleiðararnar. Sambært Keir Starmer er niðurstøðan av fundinum, at Putin má koma til samráðingarborðið fyrr ella seinni. "Nú er løtan at leggja hægsta trýst á Putin. "Heimurin hevur tørv á at vit veruliga gera okkurt, ikki bara tómum orðum."

Vápnahvíld
Ukrainski forsetin, Volodymyr Zelenskyj, sigur, at vápnahvíld átti longu at verið, men Russland ger alt fyri at forða tí. Bretski forsætisráðharrin er samdur við hesum - Keir Starmer skírir Ukraina til at vera "flokkurin fyri friði" og Putin at halda fram at seinka eina avtalu um vápnahvíld. Keir Starmer hevur lagt Putin undir at spæla sær við avtaluni um vápnahvíld við Ukraina. "Líkasælan, sum Kreml hevur víst uppskotinum hjá Trump um vápnahvíld, vísir at Putin tekur ikki frið í álvara.", segði Keir Starmer í eini fráboðan fyrr í morgun.

Starmer sigur, at hernaðarleiðarar fara at møtast hósdagin fyri at umrøða eina tilbúgvingarstøðu fyri at seta ferð á at taka verulig átøk.

"Samgongan av teimum villligu"
Keir Starmer sigur seg hava samlað higartil størsta og sterkasta hóp av londum til at skapa varandi og rættvísan frið í Ukraina. Samgongan fevnir "heilt vesturi frá Kanada og heilt eystur til Japan. Vit hava samstarvspartar tvørturum Evropa, Kanada, Australia og Ný Sælandi," sigur bretski forsætisráðharrin. Sambært Starmer eru londini í samgonguni blivin samd um at halda fram við at økja trýstið á Putin - halda fram við hernaðarstuðlinum til Ukraina og at herða restriktiónirnar á russlendska búskapin fyri at veikja krígsmaskinuna hjá Putin og harvið trýsta hann til samráðingarborðið.

 

Keldur: BBC og dr.dk

 

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Leygardag 15. mars
Sending við countrytónleiki
189254
Leygardag 15. mars
Upp á tá - 140325
189245
Leygardag 15. mars
Vikan 15. mars 2025
189241
Leygardag 15. mars
Morgunlestur leygardagur 15. mars 2025
188902
Nýggjastu sendingar í SV
Leygardag 15. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189238
Fríggjadag 14. mars
Veðrið
189226
Fríggjadag 14. mars
Dagur og vika - teknmálstulkað
189208
Hósdag 13. mars
Always Outnumbered, Never Outgunned
189170
Mikudag 12. mars
Hondbóltur: Føroyar - Holland
189119