- Tíðindi, mentan og ítróttur
Løgtingið skal atkvøða tvær ferðir um Suðuroyartunnilin

Uppskotið um suðuroyartunnil, sum í dag er komið í Løgtingið, gevur p/f Suðuroyartunnilinum heimild til at fara undir projektering og fyrireikingar, fyri síðani at bjóða arbeiðið út.
Aftaná útbjóðingina, skuldi so verið greiðari meting av, hvør kostnaðurin veruliga verður. Og tá skal løgtingið aftur atkvøða um suðuroyartunnilin. Tað verður væntandi einaferð í 2026.
Kostnaðurin fyri ein komandi Suðuroyartunnil, við dagsins prísum, er mettur at verða 4,2 milliardir krónur.
Hesin kostnaðurin umfatar vegakervið, sum skal gerast og nýggjan tunnil millum Sandvík og Hvalba.
Sjálvur Undirsjóvartunnilin er mettur at kosta umleið 3,5 milliardir krónur.
Skúvoy er ikki gloymd í lógaruppskotinum, men enn er eingin endalig avgerð tikin viðvíkjandi at binda Skúvoy uppí undirsjóvartunnilin. Tað verður løgtingið, sum skal atkvøða um hetta, sigur løgmaður, Aksel V. Johannesen.
Hoyr innslagið frá tíðindunum á nátturða: