
- Tíðindi, mentan og ítróttur
Betri trygd í Kollafjarðartunlinum
Betri trygd í Kollafjarðartunlinum
Landsverk hevur umvælt blásarar, sum skulu blása gass út, um tað er ov nógv gass, bummar verða eisini settir upp, tí fólk virða ikki reyða ljósið

7.000 bilar koyra í Kollafjarðartunlinum um samdøgrið.
Mynd: Landsverk
21.02.2025 - 13:00
- Landsverk arbeiðir við at tryggja Kollafjarðartunnilin munandi.
Tað sigur Jákup N. Olsen, samskipari av tilbúgvingini hjá Landsverki.
- Trygd og tilbúgvingin í tunlunum eru ikki nøktandi, ásannaði landsstýrismaðurin í tilbúgvingarmálum í gjár.
Men í vár er trygdin í Kollafjarðartunlinum í lagi. Har koyra einir 7.000 bilar um samdøgrið.
Jákup N. Olsen.
Jákup N. Olsen sigur, at Landsverk hevur umvælt blásarar, sum skulu blása gass út, um tað er ov nógv gass.
Neyðugt er eisini at seta bummar upp, tí fólk virða ikki reyða ljósið og koyra inn í tunnilin.
Hoyr innslag í útvarpstíðindunum:
21022025_Kollafjardartunnil
Nýggjastu sendingar í ÚV

Fríggjadag 21. februar
Breddin: Rumbul í Javnaðarflokkinum og minni sensurur á sosialum miðlum
188109
Nýggjastu sendingar í SV