Torir ikki at gita, hvørja framtíð USA hevur í Nato

Torir ikki at gita, hvørja framtíð USA hevur í Nato
Hóast nógvur gangur var, seinast Trmp var forseti, helt USA sínar Nato-skyldur, sigur Jens Stoltenberg, fyrrverandi Nato-aðalskrivari
Jens Stoltenberg, fyrrverandi Nato-aðalskrivari.
Mynd: Ritzau Scanpix  
 
25.02.2025 - 09:37

Norski fíggjarmálaráðharrin og fyrrverandi Nato-aðalskrivarin, Jens Stoltenberg, vil ikki gita um, hvørja framtíð USA hevur í Nato. 

Men hann er púra greiður í einum máli:

- Vit liva tíverri í eini tíð, sum vit onga vissu hava fyri nøkrum sum helst, .. satt at siga. Men tað, sum vit vita, er, at USA er sáttmálabundið við Nato. Vit vita eisini, at hóast nógvur gangur var seinast, Trump var forseti, so helt USA sínar Nato-skyldur, sigur Stoltenberg við norska TV2. 

 

Gera íløgur í verjuna

Hann staðfestir eisini, at í staðin fyri at hugsa um, hvat kann ganga galið, so mugu vit gera meira av tí, sum kann bøta um møguleikarnar fyri, at tað gongur væl.

- Tað er at gera fleiri íløgur í verjuna. Tað hevur dupultan fyrimun, sigur Stoltenberg.

Í løtuni er meira sannlíkt, at USA fer at skerja stuðulin til NATO, heldur fyrrverandi aðalskrivarin.

- Eg haldi, at tú mást síggja hetta í tveimum. At fara úr NATO, er ikki nakað, sum USA hevur tosað um. Men at USA kann minka talið av amerikonskum hermonnum í Evropa, er ein møguleiki, sum teir sjálvir hava lagt á borðið. So tað kunnu vit ikki útihýsa, sigur Stoltenberg við norska Tv2.

Er kopiera
Nýggjastu sendingar í ÚV
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta í Havnar kirkju.
190898
Mánadag 21. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 2:2
190874
Sunnudag 20. apríl
Bolero - 20. apríl 2025
190884
Sunnudag 20. apríl
Credo: "Bert ein dag..." 1:2
190873
Nýggjastu sendingar í SV
Mánadag 21. apríl
Bátasmíð í Sandavági
190904
Mánadag 21. apríl
Guðstænasta úr Havnar kirkju
190896
Mánadag 21. apríl
Anna FD 564
190890
Mánadag 21. apríl
Andakt
190889
Sunnudag 20. apríl
Guðstænasta úr Glyvra kirkju
190878